Tá ið foreldur senda børn síni í forskúla, skal tað ikki vera fyri at spara pengar.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Tá ið tey halda, at børnini skulu fara í forskúla, skal tað vera tí, at tey halda, at tað er tað rætta pedagogiska og fakliga tilboðið til tey, leggur hon afturat.
Tí hevur Tórshavnar Býráð áður samtykt at tað skal kosta tað sama at hava børnini í forskúla, sum tað kostar at hava tey í barnagarði.
Hetta er fyrsta skúlaárið, foreldragjaldið til forskúlan verðru kravt. Í hesum sambandi hevur mannagongdin eisini við, at børn, sum høvdu fingið fíggjarligt frípláss í dagstovnum, eisini fingu tað í forskúlanum.
Men umsitingini hjá býráðnum hevur gjørt vart við, at heimildin fyri tí hevur verið ógreið.
Tí hevur býráðið nú samtykt, at sama skipan við fíggjarligum fríplássi og systkinaavsláttri, sum er galdandi í barnagørðunum, skal eisini verða galdandi fyri forskúlan – og tað skal eisini vera galdandi í hesum skúlaárinum.









