Foreldur og næmingar eru offur í stríði

Um so er, at fólkaskúlalógini verður ikki lív lagað, heldur landsstýrismaðurin so, at frægast hevði verið at farið aftur til gomlu lógina? vil Katrin Dahl Jacobsen m.a. hava at vita frá Signari á Brúnni

ÓLAVUR Í BEITI


Katrin Dahl Jacobsen hevur nú sett undirvísingarmálaráðharranum fyrispuring um nýggju fólkaskúlalógina, og vil m.a. hava at vita frá Signari á Brúnni, um hann heldur tað vera rætt og hóskiligt, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum verða gjørdar upp sum partur av lønar- og sáttmálasamráðing? Eisini spyr hon, um landsstýrismaðurin er nøgdur við, at lógarábyrgdarøki hansara stendur og fellur við, hvussu avvarandi fakfelag hepnast í eini lønarsamráðing? Og Katrin Dahl Jacobsen vil eisini hava at vita í hvønn mun landsstýrismaðurin heldur verkfallið í fólkaskúlanum vera ein politiskan trupulleika ella ein fakfelagstrupulleika?

Og í 6 spurningi, verður spurt, um so er, at fólkaskúlalógini verður ikki lív lagað, heldur landsstýrismaðurin so, at frægast hevði verið at farið aftur til gomlu lógina? Ella hevur landsstýrismaðurin í hyggju at strika tær greinar, sum ikki ber til at røkja við verandi játtan? Ella ætlar hann at koma í tingið við umbøn um neyðugu játtanina?


Dýrari

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Katrin Dahl Jacobsen m.a., at tá Løgtingið í 1997 viðgjørdi nýggju fólkaskúlalógina, gjørdu Føroya Lærarafelag, Tórshavnar Skúlaráð, løgtingslimir og onnur vart við, at nýggja lógin fór at kosta væl meira, enn hildið var.

Katrin Dahl Jacobsen sipar eisini til svar frá landsstýrismanninum, har sagt verður, at »hóast umbønir og frágreiðingar í sambandi við økta virksemið á fólkaskúlaøkinum við nýggjari løgtingslóg um fólkaskúlan umframt lønarvøkstur, so fekk landsstýrismaðurin ikki lagað fíggjarkarmin fyri ár 2000 í nóg stóran mun til økta virksemið, sum ætlað í fólkaskúlanum«.

? Fíggjarnevndin tekur til eftirtektar tað, sum mentanarnevndin hevur víst á, og spyr landsstýrismannin um hesi somu viðurskifti. Landsstýrismaðurin svarðar fíggjarnevndini orðarætt tað sama, sum mentanarnevndini, og leggur afturat , »Tí er fólkaskúlin noyddur at seta sítt virksemi hareftir. Við teimum fortreytum, sum liggja til grund fyri fíggjarætlanini, fer játtanin ætlandi at halda«.

? Sostatt er ilt at skilja, hví landsstýrismennirnir báðir, Signar á Brúnni og Karsten Hansen, lata foreldur og næmingar vera offur í einum stríði, tá teir eftir øllum at døma ikki halda seg vera førar fyri at skapa líkindi fyri nýggju fólkaskúlalógini. At fólkaskúlin fór at verða raktur av verkfalli, mundi fyri tey flestu vera óhugsandi. Eisini hetta er søguligt fyribrygdi, sigur Katrin Dahl Jacobsen m.a. í viðmerkingunum.