Foreldur at deyðføddum skulu hava betri kor

mannagongdirnar mugu broytast, sigur Heilsutrygd

-Hetta er fyrsta mál, sum  vit hava havt av slíkum slag, síðani Heilsutrygd varð stovnað, sigur Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúi í Heilsutrygd.

 

 

Málið, sum sipað verður til, er tað hjá Fóða Ejdesgaard og konu hansara. Tey søktu um gravarhjálp frá Heilsutrygd, eftir at dóttur teirra var deyðfødd. Tey fingu tá at vita frá Heilsutrygd, at fyri at fáa stuðulin skuldi barnið vera skrásett í fólkayvirlitinum, og tað var dóttir teirra ikki. Tí máttu tey, fleiri mánaðir eftir at dóttir teirra varð jarðað, søkja um p.tal til hana, soleiðis at hon var skrásett sum føroyingur. 

 

 

-Hetta er bæði fyrstu og síðstu ferð dóttir okkara hevur nakað við tað almenna at gera, og tí átti ein betri mannagongd verið fyru foreldur í hesi støðuni, sigur Fróði Ejdesgaard við in.fo. 

 

 

Foreldur Vónsvikin: Deyðfødda gentan skuldi skrásetast

 

 

Síðani Heilsutrygd varð stovnað, hevur treytin fyri at fáa stuðul verið, at viðkomandi persónur talan er um er skrásettur at búgva í Føroyum. 

 

 

-Sjálvsagt máttu vit fylgja lógini í hesum førum eisini, tí annars fær tað avleiðingar fyri okkum, sigur Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúi í Heilsutrygd.

 

  

-Vit hava bara fyrihildið okkum til skipanina. Vit hyggja um rokningin er goldin og um persónurin talan er um er í fólkayvirlitinum, og síðani rinda vit stuðulin. Tað er bureaukratiskt og tungt at rykkja í sárunum hjá foreldrunum, men tað kundi eisini endað við, at tey onki fingu, sigur hann.  

 

 

Hann greiðir frá, at Heilsutrygd hevur verið í samband við mynduleikarnar, og at okkurt nú verður gjørt soleiðis, at eitt barn verður skrásett hóast tað er deyðføtt.

 

 

-Mynduleikarnir mugu hugsa seg um og seta seg saman við hesum, soleiðis at tá eitt barn er deyðføtt, so verður tað skrásett sum deyðføtt, sigur Petur Martin Hansen.