Við formanninum í Føroya Arbeiðarafelag á odda møttu verkfalsvaktir í morgun við virkið hjá Løvubetong við Norðskála.
Tey halda seg uttan fyri økið hjá sjávlum virkinum, men vilja tryggja, at eingin ferðsla verður út og inn av stykkinum. Løvubetong er virki, sum ger betongelement og sum eisini selur betong út frá blandistøðini. Tað er hesum virksemi, sum limirnir í arbeiðarafeløgunum vilja steðga.
##med2##
##med3##
##med4##













