Motorjournalisternes Klub Danmark (MKD) hava kosið Ford Transit sum ”Årets Varebil i Danmark 2007”. Hetta hendi mánadagin 13. november.
Í september 2006 varð Ford Transit eisini heiðraður, tá hann av eini altjóða dómsnevnd, varð kosin ”International Van of the Year 2007”.
Grundgevingarnar fyri at geva Transit hendan heiður vóru m.a. at bæði trygd og komfortur eru á sera høgum støði. Trygdin hjá bilførara og passaserum er sera lík tí, man sær í nýggjastu persónbilunum við t.d. airbag, ABS-bremsuskipan, ESP (standard frá 1. januar 2007), strammarar til trygdarbeltini og styrkt setur við góðum nakkestúttum.
Eisini tað at bilurin er góður at koyra, og lítið hoyrist til hjólini og motorin inni í kabinuni undir koyring, var við til at geva Transit besta karakter.
Ford kundu í fjør hátíðarhalda, at 40 ár vóru liðin síðan Ford Transit fyrstu ferð kom á marknaðin í 1965.