Ford Transit ? kann trekkja framman ella aftan

Ford Transit, ið fyrstu ferð kom á marknaðin í 1965, er nú aftur komin við einum nútímans vøruvogni, sum kann trekkja við framhjólunum ella bakhjólunum, alt eftir hvat hann skal brúkast til

 

Bilar

Magnus Gunnarsson



Alt eftir tørvi

Í nýggjari tíð er tað vorðið siðvenja, at vøruvognar í miðalstøddini trekkja við framhjólunum. Ford hevur lagt seg eftir at gera ein bil, sum lagar seg eftir tørvinum hjá tí einstaka kundanum. Lættir vørubilar, sum sjáldan eru munandi lastaðir, klára seg best tá teir trekkja við framhjólunum, meðan teir, sum javnan koyra við tungum lessi, klára seg nógv betur, tá teir trekkja við bakhjólunum.



Nógvir møguleikar

Nýggi Transit?urin verður gjørdur í fleiri støddum. Sum vørubilur fæst hann í fleiri longdum, við høgum ella lægri taki, sum lastbilur við einkultari ella dupultari kabinu, stytri ella longri aksulfrástøðu, ella sum bussur við upp til 17 sitiplássum. Nógvar praktiskar loysnir verða at velja í, alt eftir hvat bilurin skal brúkast til. Bilurin fæst við 2.0 og 2.4 litur DuraTorq dieselmotorum í støddum frá 75 til 120 hestakreftir, harav teir størru eru turbodiesel við intercoolara.


?Van of the Year?

Ford Transit, sum verður sýndur fram hjá P/F Wenzel í hesum døgum, bleiv herfyri kosin ?Van og the Year? av motorjournalistum við vørubilum sum sergrein. Hjá P/F Wenzel vænta teir sær nógv av nýggja Transit´inum. Hetta er bilurin, teir hava bíðað eftir, tí teir flestu vøruvognarnir í miðalstøddini, sum Transit skal kappast við, trekkja við framhjólunum. Við hesum bilinum hava teir allar møguleikar at verða við í kappingini.