Ford Siesta betri ógjørt

Eg havi ikki nógv at siga um Ford Siesta. Á odda fyri bólkin er Sólvá Ford, sum er kend úr øllum møguligum tónlistarligum samanhangum fyrr. Afturat sær hevði hon fleiri góðar tónleikarar. Júst hví Ford Siesta spældi á stóra palli kl. 19 er mær ein gáta. Tey spældu, so vítt eg hoyrdi (eg hevði tíverri/tíbetur ikki tíð at hoyra alla konsertina), bara coverløg og hetta riggar best til dansir, ikki á høvðuspallinum á einum festivali. Hóast Sólvá sang væl og restin av orkestrinum gjørdu eitt tekniskt gott arbeið, so kláraði eg heilt einfalt ikki at njóta tónleikin. Tey óivað hugnaðu sær óført, men eg dugdi heilt einfalt ikki at síggja meiningina við tí heila. Hví spæla gamlar troyttar coversangir? Á einum festivali? Nei, tíverri ? betri ógjørt.

 

Arni Zachariassen