Ford mest seldi bilur í oktober

Av teimum 219 nýggju akførunum, sum vórðu seld í oktobermánaði í ár, vóru 25 av slagnum Ford, sum soleiðis gjørdist mest seldi bilur tann mánaðin.

Í september var tað Toyta, sum lá á fremsta plássi, tá seldir vóru 22 Toyotabilar. Í oktober var talið av Toyotabilum tó 21, sum gevur Toyota annað plássið. Sølan av Ford er vaksin úr 16 í september til 25 í oktober. Sambært Rúna Djurhuss, stjóra hjá Wenzel, hava tey havt trupulleikar við at fáa nóg mikið av bilum til Føroya, sum aðrar bilasølur eisini hava víst á.

 

Nummar trý á listanum yvir mest seldur bilar í oktober er Audi við 18.

 

Her er topp-10 listin við mest seldu bilum í oktober:

 

FORD: 25 nýggir bilar

 

TOYOTA: 21 nýggir bilar

 

AUDI: 18 nýggir bilar

 

HYUNDAI: 17 nýggir bilar

 

BRENDERUP: 16 nýggir bilar

 

VOLKSWAGEN: 15 nýggir bilar

 

KIA: 14 nýggir bilar

 

VOLVO: 9 nýggir bilar

 

INDESPENSION: 8 nýggir bilar

 

MERCEDES-BENZ: 8 nýggir bilar