Forbjóða burka í Sveits

Nú er ólógligt at vera ílatin nakað, ið fjalir andlit títt í sunnasta landslutinum í Sveits, Ticino. Revsingin er ein bót á 70.000 krónur.

 

Landslutartingið hevur samtykt hesa lógina av ótta fyri yvirgangi í Evropa. Forboðið er serliga rættað móti klædnapløggunum niqab og burka, sum muslimskar kvinnur nýta. Longu í 2013 var fólkaatkvøða um málið í landslutinum og var uppskotið tá samtykt við stórum meiriluta, skrivar Reuters.

 

Ein av uppskotsstillarunum kallar lógina fyri eini boð til muslimsku fundamentalistarnar í Sveits.

- Tey, ið ynskja at integrera seg, er vælkomin, líka mikið hvørja trúgv, tey hava. Men tey, ið taka frástøðu frá okkara virðum og ynskja at byggja eitt nýtt parallellsamfelag, bygd á átrúnaðarligar lógir, eru ikki vælkomin, sigur Giorgio Ghiringhelli.

 

Sveitsiska tjóðartingið feldi í 2012 eitt líknandi uppskot, sum skuldi vera galdandi fyri alt landið. Ein tílík lóg er galdandi í Fraklandi, Hollandi og Belgia, men tó uttan nakra revsiáseting.