Fór við familjuni til Føroya at fyrireika seg

– Vit eru sum familja sera glað fyri tíðina í Føroyum, sigur Maria Rich

Maria Rich hevur ein av høvuðsleiklutunum í sjónvarpsrøðini Trom, og nógvir føroyingar munnu vera komnir at kenna dugnaliga sjónleikaran, eftir at Trom var leysgivin farna vikuskiftið.

 

Maria Rich spælir løgreglukvinnan Karla Mohr og er við í arbeiðnum at uppklára brotsverkið í Trom. Hon fyrireikaði seg eisini væl til leiklutin sum løgreglukvinna, tí øll familjan – Maria, maðurin David og teirra trý børn – komu til Føroya at vera í fleiri vikur, áðrenn upptøkurnar byrjaðu.

 

– Eg spæli Karla Mohr, sum er donsk, men hevur búð í Føroyum í 20 ár og hevur tikið landið til sín. Eg vildi hava eina kenslu av Føroyum, áðrenn vit fóru undir upptøkurnar, og tí fóru vit til Føroya at vera eina tíð, sigur Maria Rich.

 

– Vit búðu í einum deiligum húsi við Svartafoss. Tey bæði yngru børnini gingu í skúla í Føroyum, maðurin arbeiddi úr Havn, og elsti sonurin, sum gongur á miðnámsskúla, kundi vera í skúla heimanífrá eina tíð, tí skúlin var stongdur orsakað av koronu.

 

Maria Rich fekk ikki bert eina kenslu av føroyska samfelagnum, hon setti seg eisini inn í leiklutin at vera løgreglufólk í Føroyum.

 

– Eg fekk møguleikan at vera saman við løgregluni í Havn. Eg prátaði við politistar, og eg slapp eisini við á skjótibreytina og út í politibili. Tá fekk eg kensluna av, at fólk veruliga kenna hvønn annan. Tá ið løgreglan fer út, fara tey út at práta við fólk, sum tey onkursvegna kenna, og tað er ikki so nógv kasjett og búni yvir tí. Løgreglufólkini fara út sum vanlig fólk, og tað er ikki fyrr enn tað veruliga er neyðugt, at tey fara í leiklutin sum løgreglufólk, sigur Maria Rich.

 

– Eg fekk nógv burtur úr tíðini áðrenn upptøkurnar, og eg varð betur før fyri at fara inn í leiklutin sum Karla Mohr. Eg hevði til dømis undrast á, hví hon at byrja við royndi at halda málinum niðri og ikki gera ov nógv burtur úr tí. Men eftir at eg hevði verið úti saman við løgregluni, skilti eg tað betur, at í Føroyum eru málini ofta av slíkum slag, at løgreglan kann loysa tey við at vera góðir meklarar heldur enn at koma út við lógini á lofti, sigur hon.

 

Samrøðan við Mariu Rich kann lesast í fullum líki í Sosialinum hetta vikuskiftið.