Tá Danmarks Riges Grundlov seinast var endurskoða í 1953, var tað "formoda," at heimastýrisskipanin var í samsvari við grundlógina. Longu í 1948 samdust Føroyar og Danmark um eina skipan við heimastýri, ið millum annað viðurkendi, at føroyskir myndugleikar høvdu "lóggávuvald og umboðsvald."
At viðurkenna heimildir Føroya at lóggeva og fyrisita bar til, hóast grundlógin í 1948 segði, at lóggávuvaldið var hjá "Kongen og Rigsdagen" í felag, og hóast "Kongen" og "Regeringen" sambært grundlógini skuldu standa fyri útinnandi valdinum og umboðan úteftir.
Tað bar eisini til hjá føroyskum myndugleikum at samtykkja fíggjarlóg og aðrar játtanarlógir, hóast grundlógin segði, at ríkistingið skuldi samtykkja "Finanslov" sum fortreyt fyri øllum almennum útreiðslum.
Alt hetta, sum saktans kundi tykst "uppá kant við" grundlógina, var nú "formoda" at vera í lagi. Eisini var samtykt longu í fyrstu paragraff at áseta, at Danmarkar ríki gongur í bólkum; har kom at standa, at grundlógin er galdandi fyri "alle dele af Danmarks Rige."
Tann endurskoðaða grundlógin var kunngjørd í 1953, og umframt "formodningina" um, at føroyskir myndugleikar kundu fáa heimildir, ið annars kundu tykjast ólærdum at liggja hjá ríkisstovnum, var eisini ein heimild til at lata vald til "mellemfolkelige myndigheder." Hetta stendur í § 20 og hugsað var fyrst og fremst um greitt at heimila limaskapi í tí, vit nú nevna Europeiska Samveldið, ES.
Tað stendur tó onki í § 20 um, at ymsu "dele af Danmarks rige" hvør sær kunnu lata vald frá sær ella lata vera; heldur onki er nevnt um at taka seg úr aftur ES ella øðrum "millumfólkaligum" samveldum. Men tó sluppu Føroyar undan at fara uppí ES; og Grønland kundi seinni enntá taka seg úr samveldisstøðuni við ES.
Tað ber so grúiliga væl til
Danir er skemtingarsamir. Millum danskt skemt er hugfarsliga søgan um humlufluguna. Henda fluga er heldur trivaliga á at líta, hyldlig og loðin við veingjum so smáum, at tú undrast á, at tær megna at bera fluguni uppi. "Humluflugan fær ikki flogið," siga danir, men - leggja teir skemtandi afturat - "hon veit bara ikki av tí."
Nakað soleiðis hugsa afturlítandi embætismenn í donskum ráðum helst um okkum. Føroyskir myndugleikar kunnu hvørki eitt ella annað, teir vita bara ikki av tí. Meðan føroyskir myndugleikar surra sum humluflugan, so ugga stívrendir embætismenn seg við, at hetta í veruleikanum stríður ímóti øllum viti og skili, og ein vakran dag, man føroyska flugan fella til jarðar.
Við uppskotinum um fólkatingslóg um uttanríkisheimildir Grønlands og teirri enn ikki føddu tvíburðasystrini um uttanríkisheimildir Føroya, er hesin dagur at enda upprunnin. Nú skal samtykkjast, at føroyskir myndugleikar í veruleikum onki sjálvstøðugt vald kunnu hava, tí tað "er ikki lov" sambært grund-lógini. Føroyskt vald skal "formodast" burtur aftur.
Danskir politikarar tykjast ikki hava nakran trupulleika at viðurkenna føroyskar heimildir og føroyskt vald. Beint eftir annan heimsbardaga, tá danir vildu samráðast við Føroyingar um nýggja skipan av samveldinum okkara millum, segði danski tingmaðurin Robert Stærmose á fólkatingi, at neyðugt var at samráðast bæði við grønlendarar og føroyingar, so ikki somu mistøk vórðu gjørd sum mótvegis íslendingum. Serliga var neyðugt beinanvegin at viðurkenna uttan nakað fyrivarni, at føroyingar eru "en Nation" - tjóð - við øllum tí, hetta ber í sær.
Formælið til heimastýrislógina nevnir eisini "den Særstilling, som Færøerne indtager i national Henseende."
Eisini verandi forsætisráðhari hevur ikki bert sagt, at Føroyar og Grønland skulu fáa fleiri veruligar heimildir uttanríkispolitiskt, hann hevur enntá sagt av fólkatingsins røðarapalli, at Tórbjørn Jacobsen (ið tá sat á danatingi) var vælkomin at halda og meina, at føroyska fólkið og løgtingið vóru omanfyri grundlógina. Tí slíkt vóru teoretiskir spurningar, segði Fogh.
Til ber sostatt hjá Anders Fogh at fara so langt, at hann semist við Tobba, tann mest víðgongda loysingarmannin og tað minst semjusøkjandi av øllum tingfólkum í Føroyum, um at teir báðir kunnu hava hvør sína fatan av støðuni. So mátti tað borið til hjá honum at samst við Jóannes og Lisbeth um eina hampiliga nýskipan av viðurskiftunum, uttan at heimstýrisskipanin skal endavendast.
Hetta tykist enn meiri eyðvitað, tí fólkatingið í 1999 samtykti svart uppá hvítt, at føroyska fólkið skuldi gera av, hvussu framtíðar sambandið ríkispartanna millum skuldi skipast.
Tað átti at borið so grúiliga væl til.
Blakman konge vågner om nat
Í ættini hjá konu míni eru tey von at kvøða vísuna um Blakman konge. Hon er um sanndroymdan kong, ið droymir, fyrst at hann stríðist ímóti trimum bjarnum og vinnur tær, síðani at hann berjist ímóti eini leyvu, men tapir ímóti henni. Hann fer í víggj og møtir Vidrik Verlandsøn, ið stríðist undir bannara við eini leyvu á. Hóast Blakman kennir á sær, at hann fer at tapa, vil hann heldur doyggja menskan deyða, enn geva seg yvir. Í vísuni verður tikið til:
"Meldte det Vidrik
Verlandsøn, han blev i
kinderne rød;
det var stor ynk at se derpå, at
slig en kæmpe skulle dø."
Tað tykir mær, sum nakrir fámentir embætismenn stríða sama stríðið ímóti lagnuni. Er onkur færøekspertur sanndroymdur, man hann hava droymt nakað tað sama um eina hvítabjørn og ein veðr.
Áðurnevndi Stærmose minti á sinni á, hvussu óhepnir danir høvdu verið við embætisfólki sínum í Føroyum, hagar teir mangan høvdu beitt fólk, ið ikki kundi brúkast aðrastaðni. Slík fólk tykjast enn sita sum luft í rørunum í uttanríkis- og forsætismálaráðunum. Men illa ber til annað enn at virða dyrvi og ágrýtni teirra at rógva andróður móti tíðini.
Eitt til viks og fleiri eftir reyv
Hvat er so galið við heimildarlógini? Jú, fyrst staðfestur hon, at føroyskir myndugleikar kunnu gera avtalur við onnur lond. Hetta er staðfesting av siðvenjuni og er tí í besta føri eitt fet til viks. Síðani ásetir hon, at danskir myndugleikar kunnu gera avtalur og sáttmálar á okkara málsøkjum, og enntá siga upp teir sáttmálar og tær avtalur, ið vit hava gjørt. Síðani stendur, at vit skulu boða frá áðrenn, meðan og aftaná vit samráðast við onnur lond, líkamikið hvat tað snýr seg um, og uttan mun til, um hetta eru avtalur, ið vit mangan fyrr hava gjørt. Eisini er stappað uppí sekkir av viðmerkingum, sum greiða frá, at til ber ikki at lata føroyskum myndugleikim víðar heimildir, tí hetta skal stríða ímóti ásetingini í § 19 í grundlógini um, at "Kongen handler på rigets vegne."
Ádú, tá tað bar til at "formoda" seg burturúr ásetingunum um, at bara kongur og fólkating smíða lógir, játta pengar og útinna vald, tá tað bar til hjá okkum ikki at fara uppí ES, tá tað ber til hjá ES at umboða Danmark, og tá vit vita, at danska ríkisgrundlógin í grundini ongantíð hevur handlað um valdsbýtið í ríkissfelagsskapinum - ja so átti tað eisini at borið til at latið kong verið drottning, og latið føroyskar myndugleikar umboða seg sjálvar í egnum navni á teimum málsøkjum, har føroyingar ráða.
Í hesum viðmerkingum verður skrivað um allar tær skipanir, har føroyingar hava sjálvstøðuga umboðan, at talan er um "særegne undtagelser." Eisini stendur í hesi lóg, at Føroyar og Grønland skulu semjast á teimum økjum, har Føroyar og Grønland í felag umboða ríkið. Hetta ber sjálvsagt heldur ikki til at ganga undir.
Tað er eisini brot á heimastýrisskipanina at leggja fram á fólkating uppskot um grønlendsku heimildirnar, ið beinleiðis hevur ásetingar um Føroyar og óbeinleiðis fær týdning fyri okkum, uttan at hetta uppskot fyrst er samtykt sum ríkislógartilmæli í Føroyum.
Í øllum førum átti grønlendska lógin at bíða eftir teirri føroysku.
Loksins skulu vit nú ganga undir, at vit skulu eita "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne." Hann náði tú meg! Tað velst um hvørt høvi og høpi sær, hvussu vit skulu kallast. Í altjóða sjórættarfelagskapinum, IMO, eita vit td. The Faroe Islands, Denmark.
Hvat kundu vit hugsað okkum?
Uppskotið sum tað liggur nyttar valla at tveita burtur. Afturfyri eittans stykki, ið staðfestir verandi støðu, mugu vit lata allar hinar ásetingarnar, umframt viðmerkingarnar. Vána úrslit.
Í staðin áttu vit at biðið um:
?Sáttmála ella seming um uttanríkisheimildirnar hjá Grønlandi og Føroyum
?At hesin varð fráboðaður øðrum londum
?At hesin staðfestir, at vit gera avtalur í egnum navni á egnum málsøkjum
?At Danmark hevur skyldu at taka fyrivarni fyri Grønlandi og Føroyum í øllum altjóða sáttmálum, ið viðvíkja málsøkjum, sum eru yvirtikin ella eyðvitað kunnu yvirtakast.
?At allir sáttmálar skulu leggjast fyri tingini í Grønlandi og Føroyum fyri at fáa gildi
?At Danmark skal virka fyri, at allir altjóða stovnar, ið eru Grønlandi og Føroyum viðkomandi, sambært viðtøkum sínum skulu kunna taka upp lond sum okkum sum limir ella atlimir
Sjálvsagt er, at partarnir hvør í sínum lagi kunnu hava egna fatan av, hvussu alt hetta ber til, egna fatan av tí, ið Anders Fogh nevndi teir teoretisku spurningarnar.
Vit áttu at boðið donskum tingfólkum til Føroya at viðgjørt hesar spurningar, umframt at vit áttu at viðgjørt hesi mál og miðlar alment her heima. Tað var skeivt lagt til rættis at lata embætisverkini togast um uttanríkisheimildirnar. Tað er eisini at undrast á, vit tykjast hava ta støðu, at vit skulu hyggja út ígjøgnum vindeyga og látast sum onki, tá danir nevna grundlógina.
Tað er tvass at siga, at vit ikki hava viðurkent grundlógina. So ella so hava vit viðurkent, at hon er har, og at hon sigur okkum, hvørjar stovnar vit hava hinumegin borðið og hvørjar hemildir teir hava. Á sama hátt sum føroyingar ofta duga betur at stava danskt enn danir sjálvir, so áttu vit eisini at kent grundlógina betur enn danir og kunna víst teimum á, at fyri tað fyrsta er grundlógin fyrst og fremst stýrisskipanarlóg Danmarkar - hon hevur ongar beinleiðis reglur um ríkisstøðuna - og fyri tað annað er tað í øllum førum næstan púra frítt fyri hjá fólkatinginum at tulka grundlógina hvønn veg, tað skal vera.
Tað má tí "formodast" at vit kunnu smíða eina nøktandi skipan í góðum samsvari við grundlógina.