Mikukvøldið klokkan sjey verður almennur fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað er Javnstøðunevndin og Demokratia, sum er nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, ið skipa fyri.
Og spurningurin, sum er til viðgerðar á hesum fundi, er, hvat forðar kvinnum at vera við í politikki.
Á hesum fundinum fer Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, at siga frá nevndararbeiðinum higartil og framtíðarætlanum. Eisini verður búmerkið hjá Demokratia lagt fram.
Aftaná fara granskararnir, Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem, at leggja fram úrslit frá spurnakanning ímillum tey, sum vórðu uppstillað til kommunuvalini í 2000 og 2004, við serligum atliti til kvinnuumboðan.
Í hesi framløguni fara tær at vísa á nakrar forðingar hjá kvinnum í at vera við í politikki, og á nøkur stig, sum kunnu takast fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar.
Eisini hesin fundurin endar við kjaki og einum kaffimunni.










