Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Follo ferðaðust í dag til Bergen fyri at spæla dyst móti Fana í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Follo, ið bert hevði tvey stig undan dagsins dysti vann ein kærkomnan 26-25 sigur. Eline Osland skoraði sigursmálið til 26-25 tá fimm sekund vóru eftir av dystinum.
Í steðginum var Fana á odda 14-13.
Við sigrinum lyfti Follo seg av aftasta plássinum. Follo er nú næstaftast í deildini við fýra stigum.
Annika hevði eitt bjargingarprosent upp á 17 prosent. Kappingarneytin, June Cecilie Krogh hevði eitt bjargingarprosent upp á 21 prosent.
Komandi sunnudag hevur Follo heimadyst móti Larvik.