Fólkið í Føroyum vil geva samkyndum javnrættindi

Men tað vilja Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ikki. Føroyingar taka ikki undir við homofobisku linjuni hjá landsstýrinum, sum ikki vil geva samkyndum fólki í Føroyum rættindi, vísir kanning

Tað er bara eitt tingfólk í samgonguni, sum tekur undir við at geva samkyndum føroyingum rættindi, sum hinskyndir føroyingar hava. Tað tykist greitt, nú Løgtingið skal taka støðu til uppskotið frá tingfólkum úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn um at geva samkyndum mammum ávís rættindi, sum hinskyndar mammur hava.

 

Spyr.fo hevur spurt 500 persónar yvir 18 ár, um tey taka undir við nøkrum útsøgnum viðvíkjandi rættindum hjá samkyndum.

 

##med2##

 

Og tað gera føroyingar. Ikki færri enn 73 prosent av føroyingum taka undir við, at samkynd foreldur skulu hava rætt til somu barsilsskipan, sum hinskynd foreldur.

 

##med3##

 

Og spurd um lógin skal broytast soleiðis, at báðar kvinnur í samkyndum parløgum av sær sjálvum fáa foreldramyndugleika til síni børn við føðing, so taka 60 prosent undir við tí.

 

Samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin er tó púra greið í síni stevnu.

 

Samkynd fólk skulu eingi rættindi hava.

 

Sterkar kreftir í samgonguni vilja eisini rulla rættindini hjá samkyndum at giftast við fólki av sama kyni aftur. Men tað fer neyvan at ganga, tí tíðin arbeiðir ímóti tí. Tað tykist sum Miðflokkurin og Fólkaflokkurin hava sligið seg til tols við, at har vendist ikki aftur, tí har kemur einki uppskot um at broyta lógina aftur soleiðis, at fólk av sama kyni ikki longur skulu sleppa at giftast, sum tey lovaðu. Men samgongan hevur so í øllum førum bundið seg til ikki at gera broytingar, sum geva samkyndum fleiri rættindi.

 

Mikudagin skal trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum lata tinginum álit um uppskotið frá andstøðuflokkunum um at geva samkyndum mammum fleiri rættindi, og greitt er longu nú, at samgongan mælir til at fella uppskotið.

 

Endamálið við uppskotinum er at javnseta samkyndar mammur við hinskyndar mammur við broytingum í nøkrum lógum í barsilslógini, rættargangslógini og lógini um rættarstøðu barna, arvalógini, lógini um foreldramyndugleika og samveru og lógini um at viðurkenna norðurlendskar avgerðir um faðirskap.

 

Samgongan er fastlæst í spurninginum um at geva samkyndum fólki rættindi. Í hesum máli hevur Miðflokkurin buktina og báðar endarnar, tí verður málið samtykt, so er eingin samgonga, hevur Miðflokkurin sagt – og tað eggjar sum vera man andstøðuni til at leggja slík mál fyri tingið, sum soleiðis kann eyðmýkja tey í samgonguni, sum kanska vilja geva samkyndum ávís rættindi.

 

Samgongan hevur gjørt ta avtalu, at tey bert taka undir við lógaruppskotum frá samgonguni, sum tey eru samd um. Men hesum tekur Johan Dahl úr Sambandsflokkinum ikki undir við, so hann fer at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum. Hini 16 í samgonguni tykjast samd um, at samkynd ikki skulu hava hesi rættindi.

 

Og hóast Johan Dahl í hesum máli gongur ímóti, so er bjarging tó at hóma hjá samgonguni, tí Kristin Michelsen úr Sjálvstýri fer uttan iva at hjálpa samgonguni. Tað hevur hann áður gjørt við at halda seg burtur frá tingfundi – og so stendur á jøvnum, um øll hini tingfólkini møta. So verða 15 úr andstøðuni og Johan Dahl fyri og 16 úr samgonguni ímóti, tá atkvøtt verður. Fyri at uppskot skal verða samtykt, so skulu fleiri atkvøður vera fyri enn ímóti.

 

Tað sum er serliga áhugavert í málinum um at geva samkyndum rættindi er, at tað eru tvey fólk í samgonguni, ið sum borgarstjórar hava gift fleiri samkynd pør, sum fara at hava avgerandi atkvøðuna um at fella málið: Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum í hvussu so er hevur gift tvey samkynd hjún, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, sum hevur metið sum borgarstjóri at hava gift flest samkynd pør.

 

Men tað er so eingin váttan fyri, at tey virka fyri rættindum hjá samkyndum á tingi, tí í Føroyum eru mál um rættindini til samkynd í stóran blivin til ein spurningur um høgra ella vinstra – ella í øllum førum millum samgongu og andstøðu. Tey bæði fara uttan iva at hava avgerandi leiklutin í at fella málið, Annika Olsen við at atkvøða ímóti, og Kristin Michelsen við at fara av tingfundi og ikki telja við í atkvøðugreiðsluni.

 

Tað er longu greitt, at hetta málið fyri samgonguna snýr seg um varðveita valdið, og at hin minsti, men sterki flokkurin í samgonguni, Miðflokkurin, ikki slítur samgonguna.