Fólkatingsval: Hugsa um tey, ið bera brek

Tey skulu hava líka góðar umstøður at velja sum øll onnur

Tey, sum bera brek, skulu hava líka góðar umstøður at velja, sum øll onnur. Tað staðfestir Ráðið fyri brekað, í kvøld.

 

Ráðið fyri brekað hevur sent øllum kommunum eina áheitan um at minnast til tey, sum bera brek, nú fólkatingsval er.
 


- Nú fólkatingsval stendur fyri durum, loyvir Ráðið fyri brekað sær at minna allar kommunur á, at tað er umráðandi, at tey, sum bera brek, hava so góðar møguleikar, sum til ber at koma at og inn í valhølini, sigur Ráðið í eini áheitan á kommunurnar.
 

- Umstøðurnar skulu vera so, at tær eru javnsettar við umstøðurnar hjá øðrum veljarum.

 

Her hugsar Ráðið fyri brekað um tey, sum sita í koyristóli, tey sum eru illa gongd, sum eru sjónveik, hoyritarnað

 
- Ráðið fyri brekað leggur serligan dent á politisk val, tí tey eru kjarnin í okkara fólkaræði, stendur í áheitanini á kommunurnar.