Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið eitt prosent. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at 1. November í fjør búðu 48.618 fólk í Føroyum og tað eru 481 fólk fleiri enn tað búði í Føroyum tann fyrsta november 2013 Uppgerðin vísir eisini, at sum heild eru tað í útjaðarunum í Føroyum, at fólkatalið minkar, men á teimum størru plássunum legst afturat.
Fólkatalið í Sandoy er minkað 13 fólk, ella eitt prosent og fyrsta november í fjør búðu 1.266 fólk í Sandoy. Somuleiðis er fólkatalið í Suðuroy aftur minkað, eftir at tað er vaksið í eina tíð. Serliga hevur verið ført fram, at nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri hevur elvt til fólkavøkstur og fólkatalið vaks eisini á Tvøroyri, og í Suðuroy eitt skifti, men tað er hæsað av aftur. Í Suðuroy búðu 4.667 fólk tann fyrsta november og tað eru 20 fólk færri enn fyrsta november í 2013. Men her er vert at leggja til merkis, at gongdin í teimum báðum høvuðsbygdunum í Suðuroy, í Vági og á Tvøroyri, er ymisk. Í Vági vaks fólkatalið níggju fólk, ella 0,7 prosent og sostatt búðu 1.328 fólk í Vági tann fyrsta november. Á Tvøroyri minkaði fólkatalið hinvegin 31 fólk hetta árið frá fyrsta november í 2013 til fyrsta november í 2014. Tað er ein minking á 1,8 prosent og sostatt býr 1.735 fólk á Tvøroyri tann fyrsta november. Í triðstørstu kommununi í Suðuroy, Hvalba, vaks fólkatalið 19 fólk, ella 2,7 prosent, so at tað nú býr 733 fólk í Hvalbiar kommunu.
|










