Fólkaskúlin fær góð skoðsmál

Nýggj spurnakanning vísir, at fólk eru sum heild væl nøgd við fólkaskúlan.

Føroyar Lærarafelag hevur latið gjørt eina kanning, har spurt hevur verið um hvussu nøgd fólk eru við fólkaskúlanum. Ikki kann sigast annað enn, at talan er um góðan lesnað hjá teimum, ið varða av fólkaskúlanum. 


Fýra prosent eru væl nøgd við fólkaskúlan, meðan 33 prosent siga seg vera væl nøgd.


47 prosent siga seg vera miðal nøgd. 


Átta prosent eru ónøgd og tvey prosent eru sera ónøgd. 


Seks prosent siga seg ikki vita. 


Harvið eru tað 84 prosent av teimum spurdu, ið siga seg vera miðal nøgd, væl nøgd ella sera nøgd, og einans tíggju prosent, ið siga seg vera ónøgd ella sera ónøgd. 


Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, fegnast í oddagrein í Skúlablaðnum um úrslitið.


- At nøgdsemi við fólkaskúlan, í mun til ónøgdina, er lutfalsliga stórt, eiga ikki bara lærarar at fegnast um. Tað er ein hugburður, ið kemur okkum øllum til góðar. Tað er ein sannroynd, at positiv umtala av fólkaskúlanum hevur jaligt árin á børnini har eru og ikki minni á tey, sum starvast í fólkaskúlanum. Harvið er ikki sagt, at fólkaskúlin ikki skal umrøðast og fáa tann kritikk, ið rímiligur er, men við hvørt eiga vit at umhugsa, hvørjum ørindum vit eru í, og um vit gera gagn ella skaða.


Tað er spyr.fo, ið hevur gjørt kanningina fyri Lærarafelagið. Kanningin er gjørd umvegis snildfon, og 300 fólk í aldrinum 25-80 ár vóru við í kanningini.