Fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón at liva av, skulu hava hava hægri pensjón.
Tað halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum nú fara at leggja fyri Føroya løgting lógarmál, ið hækkar viðbótina til fólkapensjónistar. Endamálið er at tryggja fólkapensjónistum, ið bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, eina hækkaða pensjón.
Í tíðindaskivi vísa flokkarnir á, at umleið 4.500 føroyingar hava so at siga bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Hesir støku pensjónistar mugu klára seg fyri góðar 10.000 krónur um mánaðin fyri skatt og fyri slakar 9.000 krónur fyri skatt, um talan er um giftan pensjónist.
- Hetta er ein sera lág inntøka í dagsins samfelag. Tí, kostnaður fyri býli, olju, mat og klæðir og annað gerst alsamt hægri, samstundis sum fólkapensjónin als ikki er hækkað samsvarandi.
Fyri at bøta um støðuna hjá teimum pensjónistum, ið bert hava fólkapensjón at liva av, vilja Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hækka viðbótina til fólkapensjónina.
- Í fyrsta umfari verður skotið upp at hækka viðbótina til fólkapensjónina við 3.000 krónum um árið fyri giftar fólkapensjónistar, og við 4.200 krónum um árið fyri stakar fólkapensjónistar.
Flokkarnir siga, at uppskotið verður mett at økja útreiðslur landsins við 17-18 miljónum krónum og verður fult fíggjað, so útreiðslur landsins ikki økjast samanlagt.
- Hetta verður gjørt partvíst við meirjáttan, sum frammanundan er á játtanini til fólkapensjón (sum samgongan ætlar at taka av játtanini og nýta til onnur endamál) og partvíst við átaki, har eftirlitsparturin hjá TAKS verður styrktur, og inntøkur landsins øktar samsvarandi.
Flokkarnir siga, at umframt hetta væntast, at ein hægri viðbót vil økja nýtsluna í samfelagnum og fer at geva eina avleidda avgjalds- og skattainntøku til landið.
- Vit ásanna, at neyðugt er at hækka pensjónina enn meira, og ynskja flokkarnir at arbeiða miðvíst fyri hesum fyri at tryggja, at allir føroyingar fáa virðilig ellisár við fíggjarligari trygd, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin.










