Fólkafloksfundur um tey veiku

.

Í morgin, mikudagin 3. desember, er altjóða dagur teirra brekaðu, og hetta kvøld hevur Eysturoyar Fólkafloksfelag valt at hava fund um støðuna hjá teimum veiku í samfelagnum.

Fundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 20.

Við á fundinum verða Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, og løgtingslimirnir Óli Breckmann og Rúna Sivertsen.

Fundurin mikukøldið er tann fimti í heyst hjá felagnum kring Eysturoynna, og hetta verður seinasti fundur í ár.