Fólkaflokkurin limur i AECR

Fólkaflokkurin er nú fullgyldugur limur í AECR.

Fólkaflokkurin er nú fullgyldugur limur í AECR.

 

- AECR er ein konservativur, borgarligur, nýskipanarsinnaður og ikki minst ES-skeptiskur felagskapur. Tí er tað nátturligt fyri Fólkaflokkin at gerast limur.

 

Tað segði Jørgen Niclasen, floksformaður, millum annað á fundi í Brussels fríggjadagin 8. november 2013, tá Fólkaflokkurin gjørdist fullgildugur limur í felagskapinum fyri konservativar og nýskipanar flokkar í Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists. (AECR)

 

Jørgen Niclasen, floksformaður, umboðaði saman við Aage Arnoldson, flokskrivara, Fólkaflokkin á fundinum.