Tinglimir hjá Fólkaflokkinum eru sera ivasamir um, hvørt tað er rætt at seta í gildi ríkislógartilmælið, sum gevur løgregluni munandi víðari heimildir at avlurta fólk
- Eg trúgvi snøgt sagt ikki uppá, at trupulleikin er til staðar. Tí vil eg hava at vita, hvussu stórur trupulleikin í veruleikanum er.
Tað sigur Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú løgtingið í løtuni viðger ríkislógartilmæli um at seta í gildi broytingar í rættargangslógini, soleiðis at løgreglan fær munandi víðari heimildir at avlurta fólk.
Sambært viðmerkinginum til ríkislógartilmælið skulu broyttu reglurnar í rættargangslógini um inntriv í fráboðanarloyndini, eftirlit, dátuavlesing, at brongla ella avbróta radio- ella telesamskifti betra um møguleikarnar hjá løgregluni at eftirkanna brotsverk.
Víst verður á, at galdandi reglur í rættargangslógini í Føroyum samsvara við tær reglur, sum vóru galdandi í Danmark í 1985. Við hesari lógarbroyting verða reglurnar í Føroyum dagførdar, soleiðis at tær fyri tað mesta eru eins og reglurnar í Danmark.
Hanus Samró heldur tó ikki, at trupulleikarnir við rúsevni og øðrum kriminaliteti í Danmark kunnu samanberast við støðuna í Føroyum, ið liggja fjarskotnar úti í Norðuratlantshavi.
- Løgmaður er endurgivin fyri at siga, at Føroyar mugu ikki enda sum ein ”tilfeingisdepil fyri narkobarónar.” Eg skilji ikki, hvat hann her meinar við? Og eg trúgvi snøgt sagt ikki uppá, at trupulleikin er her, sigur Hanus Samró.
Løgtingsmaðurin heldur hinvegin at talan er um eitt stórt inntriv í persónliga frælsið hjá tí einstaka.
Janus Rein, ið somuleiðis umboðar Fólkaflokkin á løgtingi, valdi at brúka sína røðu til at viðgera hin partin av ríkislógartilmælinum – tann partin, ið loyvir videoavhoyring av børnum, ið hava verið fyri ágangi.
Janus Rein reisti spurningin, hvørt tað ikki hevði verið rættast at býtt ríkislógartilmælið upp í tvey.
- Tað kann ikki vera rætt, at avhoyring av børnum, sum hava verið fyri misbrúki, verður samantvinnað við ein ”terror-pakka”, sigur Janus Rein.
Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, setir somuleiðis stórt spurnartekin við ríkislógartilmælið, ið Kaj Leo Holm Johannesen hevur lagt fyri løgtingið.
Eisini hann nevndi persónliga frælsið hjá tí einstaka, ið má setast upp ímóti stríðnum at basa rúsevnisbrotsmonnum í føroyska samfelagnum. Og formaðurin í tingbólki Fólkafloksins reisti eisini spurningin, um ríkislógartilmælið ikki kann býtast sundur í tvey.