- Tjóðveldið eigur at tryggja okkum, at fólkaatkvøða verður í Føroyum um at loysa frá Danmark.
Hetta var óvæntaða fráboðanina frá Jóhann Lützen, býráðslimi fyri Tjóðveldi í Klaksvík, á flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskiftið.
Og hann sigur, at fólkaatkvøðan skal vera í næsta valskeiði.
- Viljin til at vinna, eigur at vera størri enn óttin fyri at tapa, segði Jóhann Lützen.
Sjálvur væntar hann, at meirilutin er í fólkinum fyri at loysa.
- Men skuldi tað hent at vit taptu, so er bara at herja á aftur.
Hann sipar til grannarnar í Skotlandi, sum taptu fólkaatkvøðuna um loysing í september. Men teir góvust ikki á hendur, men herja á aftur av nýggjum.
Jóhann Lützen fekk ikki so nógv svar upp á sína áheitan á flokkin. Men onkur tjóðveldisfólk førdu fram, at vit hava longu havt eina atkvøðugreiðslu um loysing. Hon var í 1946 og tá atkvøddu føroyingar fyri loysing, so tað er bara at seta úrslitið í verk.
Tað er ein orsøk til at hann heldur, at næsta løgtingsval verður eitt lagnu val fyri Føroyar.
- Tað er neyðugt at Tjóðveldi kemur í samgongu eftir valið, sigur Jóhann Lützen.
Og tí heldur hann eisini, at flokkurin skal ikki klamsa við hurðunum upp undir valið og útihýsa at samstarva við ávísar flokkar. Her sipar hann helst til, at summi av oddafólkunum í flokkunum hava longu útihýst at samstarva við ávísar flokkar – í hesum føri Fólkaflokkin - og Sambandsflokkin.