Í kvøld hóskvøldið spæla Uni Reinert Debess og Búi Dam fólkatónleik. Hendan samanrenningin millum Go Go Blues mannin Una og fyrrverandi 200 og Ivory mannin Búa hevur fyrr givið nógvar góðar tónleikaupplivingar eitt nú í Headache Blues Treo. Men í kvøld er altso talan um fólkatónleik.
Fríggjakvøldið spæla trý ættarlið innan rútmiskan tónleik Benjamin Petersen, Brandur Jacobsen og Arnold Ludvig. Hesir fevna allir breitt í sínum tónlistarliga yrki, men fríggjakvøldið savnast teir um funk tónleik.
Leygarkvøldið spæla tveir triðingar av Go Go Blues, Uni Reinert Debess og Arnold Ludvig og tað tekur ivaleyst ongan av bóli, at teir leggja seg eftir Blues tónleiki.










