Fólk á Sandi missa vatnið nú klokkan 10

- Hetta er vegna brot á vatnleiðingini, sum merkir, at neyðugt verður at skifta ein part av leiðingini út við nýggja leiðing.

Í gjár boðaði Sands kommuna frá, at tey fara at steingja fyri vatninum nú klokkan 10 í morgun.

 

Hetta er vegna brot á vatnleiðingini, sum merkir, at neyðugt verður at skifta ein part av leiðingini út við nýggja leiðing.

 

- Stongt verður fyri vatninum so leingi, sum arbeiðið varar, og vónandi bera fólk yvir við okkum, verður lagt aftrat.

 

Tey, sum lesa hesar reglur nú í morgun, hava enn nakrar minuttir at fylla sær upp í ketilin ella grýtuna.