Tað er eitt vanligt eyðkenni fyri okkum føroyingar at dylja heldur enn viðganga trupulleikar. Vit vilja heldur vilja reka samfelagsbólkar av landinum - heldur enn at skapa teimum tilsvarandi kor her heima.
Ein av hesum bólkum eru støku uppihaldarar og børn teirra. Her livir okkara samfelagsskipan als ikki upp til idéalið í vælferðarsamfelagnum. Sjálv skipanin vil ikki síggja trupulleikan og tíans heldur at gera nakað við hann.
Vit hava í kvøld stevnt øllum løgtings- og landsstýrisfólkum til fundar í Miðlahúsinum - saman við øllum øðrum áhugaðum, har fokus verður sett á hendan trupulleikan: At tað er sera dýrt at liva í Føroyum, eisini hjá vanlium húsarhaldum við tveimum inntøkum.
Tað er harmiligt at staðfesta, at okkara samfelagsskipan letur tað upp í hendurnar hjá familju og avvarðandi at halda lív í ungum barnafamiljunum, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, hóast forsyrgjarin arbeiðir fulla tíð og meiri enn tað. Politikarar eru tríbýttir í hesum máli: Vit hava tey, sum nærmast kriminalisera stakar uppihaldarar og skíra teir at vera dovnar nassarar, sum heilt sikkurt ikki eru veruliga stakir.
So hava vit tey, sum ikki vilja bøta um livikorini og hjálpina til stakar uppihaldarar, tí tað hevði eggjað fólki at farið hvør til sítt, og tað ber jú ikki til, tí heilaga hjúnarbandið skal varðveitast.
Síðani hava vit seinasta bólkin við politikarum, sum ynskja at bøta um korini hjá støkum uppihaldarum - fyrst og fremst fyri at koma upp á støðið í Danmark, so vit ikki skulu missa hesar familjurnar útlands.
Ofta er talan um kvinnur við børnum - ein dýrabarur samfelagsbólkur, sum vit ikki hava ráð at missa. Ofta kvinnur við miðallongum útbúgvingum innan umsorgan og undirvísing. Starvsbólkar, sum okkum tørvar til tess at lyfta stóru og tungu uppgávurnar í vælferðarsamfelagnum. Og børn, sum vit áttu at hjúklað um sum reyðargull, tí tey eru sum kunnugt fortreytin fyri, at liviligt verður her á landi – eisini í framtíðini.
» Vit áttu at hjúkla um børnini sum reyðargull









