Fokus á fakliga menning

–Tú hevur brúk fyri at læra alt lívið. Nú er ikki longur vanligt, at man arbeiðir á sama arbeiðsplássi alt lívið. Tað sigur Deirdre Hansen, lestrar- og karrieruvegleiðari á í Fjarnám í Klaksvík.

 

 

Les eisini: Vit mugu læra alt lívið 

 

 

Í kvøld klokkan 20 hevur fjarnám fyrilestur til teirra, ið hugsa um at menna seg fakliga, fáa annað arbeiði ella at taka eina útbúgving.

 

 

Tað er Deirdre Hansen, ið fer at tosa um hvørjir møguleikar eru til teirra, sum umhugsa víðari lestur ella karrieruskifti. Aftan á er møguligt at fáa eitt prát og persónliga vegleiðing um, hvussu hetta kann gerast.

 

 

Fjarnám er ein lestrardepil hjá Klaksvíkar kommunu, sum gevur borgarunum møguleika fyri útbúgving og førleikamenning í nærumhvørvinum í Norðoyggjum. Fjarnám húsast saman við Íverksetarahúsinum í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro.