Trý feløg í høvusstaðnum eiga lið í Betri deildini. Onkuntíð fyrr í ár er tað komið fyri, at tey øll hava verið á útivølli og at tað harvið ikki hevur verið møguleiki at sæð fótbólt á hægsta støði í høvuðsstaðnum.
Í dag eiga øll trý liðini í bestu deildini heimavøll. Tað ber við sær, at tað verður møguleiki at síggja fótbólt í Gundadali og á Argjum frá klokkan trý og fram til klokkan nakrar minuttir í átta kvøld.
Bólturin fer á rull í Gundadali klokkan 15, tá ið B36 fær vitjan av Víkingi, og tað verður einasta uppgerðin millum tvey av feløgunum, sum teljast millum tey fimm fremstu.
Seinni fær AB vitjan av KÍ, og uppaftur seinni fær toppliðið HB vitjan av EB/Streymi.
07 Vestur, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, fær vitjan av NSÍ, og á Skála vitja Suðringar, sum eru eitt stig aftanfyri Skála.
11. umfar
Skála – Suðringar: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
07 Vestur – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
HB – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 18.00
B36 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – KÍ: Rúni Gaardbo kl. 17.15
Støðan undan 11. umfari
HB | 10 | 8 | 1 | 1 | 20 | 7 | 25 |
B36 | 10 | 7 | 1 | 2 | 22 | 10 | 22 |
KÍ | 10 | 6 | 2 | 2 | 17 | 9 | 20 |
NSÍ | 10 | 5 | 2 | 3 | 16 | 10 | 17 |
Víkingur | 10 | 5 | 2 | 3 | 15 | 11 | 17 |
Skála | 10 | 3 | 2 | 5 | 8 | 13 | 11 |
EB/Streymur | 10 | 2 | 4 | 4 | 11 | 13 | 10 |
Suðringar | 10 | 3 | 1 | 6 | 8 | 14 | 10 |
AB | 10 | 2 | 2 | 6 | 7 | 17 | 8 |
07 Vestur | 10 | 0 | 1 | 9 | 7 | 27 | 1 |