Forsætisráðharravitjan
Í Føroyapolitikkinum hjá donsku stjórnini hevur Anders Fogh Rasmussen havt eina ólíka lættari uppgávu enn undanmaður hansara Poul Nyrup Ramussen, hevði.
Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur í kjalarvørrinum á vitjanini hjá danska forsætisráðharranum í Føroyum.
Hinvegin dugir hann heldur ikki at síggja tað stóra gjøgnumbrotið í føroyska fullveldispolitikkinum eftir donsku forsætisráðharravitjanina í Føroyum fyrr í vikuni afturímóti støðuni sum valdaði áðrenn fólkatingsvalið.
?Tann størsti munurin er, at Fogh er ikki Nyrup, sigur Jógvan Mørkøre.
? Tað, sum Fogh sigur, er, at føroyingar kunnu yvirtaka tað, vit vilja. Men tað er onki nýtt, tí tað hava vit kunna alla tíðina. Nakað annað tilboð hevði hann ikki við sær til Føroya.
Annars dugir samfelagsfrøðingurin ikki at síggja nakað nýtt í útspælinum hjá Anders Fogh Rasmussen.
Lættari uppgáva
Annars heldur Jógvan Mørkøre, at tað er ongin orsøk hjá Anders Fogh Rasmussen at gera seg ósamdan við føroyingar.
?Hann hevur havt eina ólíka lættari uppgávu enn undanmaður hansara hevði. Poul Nyrup Ramussen hevði ikki meiri enn sett seg í forsætisráðharrastólin, fyrrenn ?føroyatrupulleikarnir? komu omanyvir hann.
?Tað er onki at ivast í, at hetta kom óvart á hann, tí áðrenn hevur neyvan vitað tað stóra um Føroyar, og tí er ein tíð gingin, áðrenn hann rættiliga hevur fótað sær í føroyaspurninginum.
Jógvan Mørkøre hugsar bæði um loysnina av bankamálinum, kvotaskipan, umskiping av fiskivinnuni o.s.fr, sum hann kom at hanga uppá.
?Tað er onki at ivast í, at danskir embætismenninir hava havt nakað frítt spæl av tí at tað er komið so óvart á forsætisráðharran. Men síðani hevur hann eisini verið noyddur at verja tær loysnir, sum tá vóru gjørdar.
Jógvan Mørkøre sigur, at síðani kom eisini kravið frá føroyingum um ein fullveldissáttmála.
Sostaatt kann staðfestast, at Poul Nyrup kom ikki væl frá byrjanini og tað hevur merkt viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark øll árini. Øll hesi málini gjørdu, at viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark blivu ómetaliga spent.
? Nú Anders Fogh Rasmussen kemur hendavegin, kann hann vaska sínar hendur og turka tær uppí Poul Nyrup Ramussen og vísa til, at tað vóru sosialdemokratarnir, sum stóðu fyri tí politikkinum.
Anders Fogh Rasmussen følir seg neyvan bundnan av tí og tí kann hann tosa øðrvísi enn Poul Nyrup.
? Hann hevur tosað um eina nýggja byrjan, men tað einasta nýggja, hann hevur ?bjóðað? okkum er, at tónin skal verða betri í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark.
? Tað eydnaðist so kanska, tí sjáldan hevur verið betri lag á føroyskum politikarum enn nú meðan Fogh var í Føroyum.
Samfelagsfrøðingurin minnir eisini á, at danski forsætisráðharrin hevur eitt fólkating at halda seg til og heimildirnar frá Fólkatinginum eru ikki broyttar. Taka føroyingar loysing, er skiftistíðin framvegis fýra ár.
? Men tað er eisini vert at leggja sær í geyma, at føroyingar hava broytt kós í fullveldismálinum.
?Frá at krevja ein fullvedissáttmála, hava vit nú lagt á linari bógv orsakað av tí stívrendu kósini hjá Nyrup og tosa nú ístaðin um at tøma heimastýrislógina og líðandi við at yvirtaka málsøki fyri málsøki, til onki er eftir.
?Tí er tað ongin orsøk hjá Anders Fogh at gera seg ósamdar við føroyingar. So leingi føroyingar eru nøgdir við at yvirtaka innanfyri ríkisfelagsskapin, er ongin orsøk hjá Fogh at leggja upp til stríð við føroyingar.
? Eg tulki støðuna hjá Fogh soleiðis, at hann metir, at yvirtøkur innanfyri ríkisfelagsskapin, hótta ikki ríkisfelagsskapin á nakran. Tvørturímóti økir tað um sannlíkindini fyri, at tað hendir ikki meir- í hvussu so er ikki í hansara stjórnartíð og hvat hendir aftaná, fer hann ikki at gera til sín trupulleika nú.
? Tí kann uttan himpr tosa um eina nýggja byrjan í viðurskiftunum við Føroyar. Men eg haldi ikki, at vit kunnu leggja so nógv í tað, tí tað einasta, hann hevur boðað frá, at danska stjórnin fer at samstarva við føroyingar, vilja teir yvirtaka og yvirtaka málsøki hava vit kunnað alla tíðina.
?Hann kann loyva sær at taka tað, sum tað kemur. væl er í Føroyum og so kann eitt annað landsstýrið koma til, sum setir ferðina í fullveldisgongdini niður.
?Hinvegin er tað ongin, sum veit, hvussu hann hevði reagera, um føroyingar aftur fóru at seta krav fram um ein fullvldissáttmála. Vit vita heldur ikki, hvussu hann hevði borið seg at, um hann var í Nyrupsa støðu frá byrjan av. Hann hevur eina væl lættari uppgávu.
? Men tann spurningurin er ikki frammi nú, tí føroyingar hava skift kós í fullveldismálinum frá kravinum um ein fullveldissáttmála til at yvirtaka so líðandi eftir heimastýrislógini.
?Tað einasta, sum kann broyta støðuna, er um tjóðveldisflokkurin fer at streingja á aftur fyri at framskunda fullveldisgongdina.
? Og vit eiga ikki at føla okkum viss í, at stríð ikki aftur fer at taka seg upp ímillum føroyingar og danir, tí eitt er, hvat Fogh sigur nú, men kemur tað til skarpskeringar, noyðist hann eisini at taka atlit fyri støðuni hjá embætisfólki og teimum ymsu ráðharranunum í stjórnini.
Ein trupulleiki
Jógvan Mørkøre ger eisini vart við, at tað er stórur munur á at kunna og at vilja. Higartil hava vit bara hoyrt mest um, hvat føroyskir politikarir kunnu, men lítið og onki um, hvat teir vilja.
?Tí er tað mest áhugavert, hvat vit sjálvir vilja.
?Hendan støðan, sum nú er, kann verða ein trupulleiki hjá politisku flokkunum í Føroyum, ikki minst teimum, sum plaga at profilera seg í spurninginum um ríkisfelagsskapin, tí nú tykist at vera lítil munur á flokkunum. Víst verður á, at eftir forsætisráðharravitjanina eru bæði fólkaflokkurin, sambandsflokkurin, javnaðarflokkurin , sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldsflokkurin stak væl nøgdir við úrslitið.
?Men áhugavert er tað, hvat sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin siga. Higartil hevur sambandsflokkurin mest sagt, hvat hann ikki er ímóti longur, men hann hevur sagt lítið um, hvat hann vil. Javnaðarflokkurin fer helst at leggja seg bleytt í miðjuna.
Í tjóðveldisflokkinum er ein ávísur spenningur, tí hann hevur flutt seg so langt og tað eru røddir í flokkinum frammi um at venda aftur til gomlu støðuna og krevja fólkaatkvøðu upp á fýra ára skiftistíð. ? Tað støðuna má flokkurin gera upp við seg sjálvan til komandi val. Men tað støðuna hava teir slept, so venda einaferð afturat, er ikki lætt.
Spurningurin er so, hvørjá ávirkan hetta fer á komandi løgting eftir valið í vár.
Hann væntar, at spurningurin um ferðina í yvirtøkunum verður høvuðsevni í valstríðnum.
?Men eftir seinsatu veljarakanningunum at døma, er tað als ikki óhugsandi, at vit fáa eitt løgting við fýra flokkum við tað, at bæði miðflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ikki fáa umboðan aftur á tingi.
?Verða tað bara fýra flokkar, er tað ikki vist, at allir teir fimm eykavaldu tinglimirnir verða brúktir og at vit tí fáa eitt Løgting við færri enn 32 limum.
Men siga vit, at vit tað vera 32 tingmenn, kundu veljarakanningarnar bent á, at vit fáa eitt Løgting við 7 umboðum fyri fólkaflokkin, 7 fyri sambandsflokkin og at javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin fáa 9 tinglimir í part.
? Hendir tað, kann fólkaflokkurin ikki vænta at fáa løgmann og tað er vælhugsandi, at flokkurin tekur seg aftur og fer í andstøðu og letur vinnararnar sleppa framat.
?Vinna javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin valið, vænti eg, at teir báðir kasta saman.
Men vinnur javnaðarflokkurin valið og kann velja ímillum eina samgongu við tjóðveldisflokkinum ella sambandsflokkinum, er støðan øðrvísi.
Ein møguleiki er eisini, at fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin halda fram, men fáa javnaðarflokkin upp í afturat fyri at fáa meirilutan.
Hinvegin trýr samfelagsfrøðingurin lítið upp á eina samgongu ímillum javnaðarflokkin og fólkaflokkin, tí hóast javnaðarflokkurin fær eitt gott væl, skal fólkaflokkurin megna at venda gongdini frá veljarakanningini og fáa eitt gott væl.
Men kanska gera teir smáu flokkarnir ein vørr og fáa umboð á ting, og so er aftur ein heilt onnur støða.










