FoFish-menn keypa Norðfra

Leif Høj og Kaj Otto Frederiksberg hava keypt allan ognarpartin í virkinum Norðfra í Norðdepli, sum í mong ár hevur spesialiserað seg í at selja lidnar fiskavørur.

– Vit hava í eina tíð átt 25 prosent av Norðfra, men hava nú keypt hini 75 prosentini eisini, sigur annar av nýggju eigarunum, Kaj Otto Frederiksberg.

Framvegis verður tað tó Jógvan Høj, ið kemur at reka Norðfra og standa fyri arbeiðinum har, tí hann hevur allan fakkunnleikan, ið krevst til framleiðsluna.

– So sjálvt um vit nú eiga Norðfra, verður talan um sama virksemi og somu vørur sum áðrenn, sigur Kaj Otto Frederiksberg.

Teir báðir nýggju eigararnir av Norðfra eru eisini kendir frá felagnum FoFish, sum teir eiga saman við Osmundi Justinussen og Janusi Knudsen.