Føroyskur útiseti tannlækni í Rudkøbing

Føroyski útisetin, Terji á Toftini, hevur búsett seg í Rudkøbing á Langeland á Suðurfjóni í Danmark, har hann er komin í fast starv sum tannlækni í fyritøkuni »Tandlægerne på Torvet«.

Føroyski útisetin, Terji á Toftini, hevur búsett seg í Rudkøbing á Langeland á Suðurfjóni í Danmark, har hann er komin í fast starv sum tannlækni í fyritøkuni »Tandlægerne på Torvet«.

 

Fimmti ára gamli gøtumaðurin fór í holt við útbúgving sína í 2005 í Keypmannahavn, og tá ið hon var lokin í 2010, fekk hann starv á eini tannlæknastovu í Faaborg.

 

Fyri bert fáum mánaðum síðani leitaði hann sær til lítla og hugnaliga býin Rudkøbing á Langeland, har hann hevur úr at gera við at ambæta tanngarðarnar hjá føroyskum útisetum og øðrum góðum fólki á tannlæknamiðstøðini í miðbýnum.