Nýggja skúlaskipanin ger føroyskan ungdóm meiri óhjálpnar, tí týskt er við at detta burtur sum lærugrein.
Tað hava lærarar í týskum gjørt Mentamálaráðið vart við.
Hetta fara tey at kjakast um í beinleiðis kjaksending hjá Óla Breckmann á Rás2 nú klokkan 16 í dag.
Við pallborðið situr Sámal í Skorini, cand. Scient, rektari á Kambsdali, og nú deildarleiðari á Mentamálaráðnum við ábyrgd av tí nýggju miðnámsskúlalógini.
Við pallborðið sita eisini Astrið Breckmann, lærari í týskum, enskum, søgu og føroyskum í framhaldsdeildini á skúlanum á Argjahamri og Kári Davidsen, cand mag í týskum og føroyskum á Føroya Studentaskúla. |
- Fyrr lærdu føroyskt børn týskt frá 12 ára aldri, til tey vóru 16. Síðan lósu og lærdu málslingar, altso helmingur av næmingum í miðnámi, týskt til 2. ella 3. G, staðfestir verturin, Óli Breckmann, í upplegginum til sendingina.
- Enskt mál hevur onga neyð í studentaskúla og HF og fer sína sigursgongd her sum aðrastaðni. Hetta er heimsmálið, lingua franca, sum allur heimurin flykkist um.
Men verri er statt eisini við øðrum málum enn týskum
- Stórur ágangur hevur í mong ár verið á danskt sum lærugrein, tí hon sigst vera ein snávingarsteinur fyri, at føroysk børn læra og duga sítt móðurmál, føroyskt.
- Tí verður danskt vallærugrein í miðnámi, og so dettur danskt kanska burtur eftir fólkaskúlan.
Á málsligu deild á studentaskúlum er fornmálið latín minkað úr øllum trimum árunum niður í fyrst tvey, síðan eitt ár og nú er tað dottið burtur sum annað enn valfak - sum eingin kennir og tí ikki velur.
- Í studentskúla er franskt undir hørðum trýsti og minkar í undirtøku, tí færri og færri næmingar velja at læra tað.
Tað fremmandamálið, sum hevur havt framgongd við vaksandi undirtøku frá næmingum, er spanskt, helst tí tað hevur ein veftur av sól, summar -og kanska eksotiska Suðuramerika, hangandi uppi við sær.
- Men meg lystir at hoyra um fleiri føroyskar ungdómar, duga spanskt tað tilsvarandi betri afturímóti øllum, tey hava mist í týskum, fronskum og nú skjótt eisini donskum, sigur Óli Breckmann.
- Ein sakførari segði nú ein dagin, at meiri enn helmingurin av føroyskum kúllum biðja um tolk í donskum í landsrættinum, tí teir skulu duga so illa danskt.
Í Danmark tykist gongdin vera øvugt av okkara: Har sigur nýggja skúlalógin m.a.
“Omverdenen stiller i stigende grad krav om øgede sprogkundskaber, og derfor indføres der med folkeskolereformen mere og tidligere undervisning i fremmedsprog... For også at styrke undervisningen i 2. fremmedsprog fremrykkes tysk/fransk til 5. klasse og gøres obligatorisk (t.e. tvungið). I 5. Og 6. Klasse afsættes henholdsvis én og to ugentlige lektioner til tysk eller fransk i den vejledende timefordeling.”
- Norðurlandaráðið gav Føroyum og føroyingum toppkarakter fyri fáum árum síðan, tí vit av norðbúgvum hava dugað nógv best at skilja og tosa hini norðurlandamálini. (Íslendingar og finnlendingar vóru veikastir – kanska av góðum grundum ytst á báðum jaðarunum).
- Eg veit ikki, hvussu nógv føroyskt mál hevur tikið seg fram millum okkara ungdóm, síðan tað fór at troka danskt burtur, ella hvussu nógv málsnildari vit føroyingar eru í enskum ella sponskum, síðan tey trý málini, týskt, franskt og latín fóru at víkja fyri...ja, hvørjum... samfelagsfrøði, sjónleiki, tónleiki, spæli og... og fótarøkt?, sigur Óli Breckmann.