Leygardagin 8. november er norðurlendskur skjalasavnsdagur og hevur Landsskjalasavnið í tí sambandinum ”opið hús”. Tá ber til at vitja í høvuðsgoymsluni í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 frá kl. 14 til 18.
Í ár eru liðin 100 ár síðani fyrra verðaldarkríggj byrjaði. Hóast Føroyar ikki vóru beinleiðis partur í krígnum, so hevði hetta tó stóra ávirkan á gerandisdagin í Føroyum. Ein tann størsti trupulleikin var, at tað var trupult at fáa vørur til og úr Føroyum. Millum annað tí at bretar kravdu at skip skuldu leggja leiðina inn í bretska havn til eftirlit, og tí at týskir kavbátar í 1917 veruliga fóru at gera um seg. Á vári og sumri hetta ár søktu kavbátar níggju føroysk skip.
Skjøl og savnindi, ið hava samband við hesar hendingar verða at síggja á Skjalasavnsdegnum og klokkan 15 hevur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, áhugaverda framløgu, ið hann nevnir ”Føroyskur politikkur undir fyrra heimskríggi, millum kavbátar, flutningstrupulleikar og danskan politikk”.
Innihaldið í framløguni fer at snúgva seg um tær broytingar og teir trupulleikar, sum tóku seg upp í kjalarvørrinum á krígnum, og serliga verður føroyskur politikkur, soleiðis sum hann tók seg út undir krígnum, viðgjørdur.
Løgtingið arbeiddi undir leiðslu av Svenningi Rytter, amtmanni, við at loysa trupulleikan við vøruflutninginum, men tað gjørdu sjálvstýrisfólk, sum ikki hildu, at nóg mikið varð gjørt fyri at loysa trupulleikarnar, eisini. Svenning Rytter legði sjálvstýrismenninar undir at virka á markinum til tað ríkisskaðiliga, og seinni setti landstingið nevnd at kanna hesar skuldsetingarnar móti sjálvstýrismonnunum. Hesum verður eisini greitt frá í framløguni.
Framløgan verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16.