»Føroyskur Fótbóltur 2017« er komin

Árbókin »Føroyskur Fótbóltur 2017«, sum tekur saman um eitt spennandi og hendingaríkt fótbóltsár í heimligum og altjóða kappingum, fæst nú í bókabúðunum

 

Sosialurin gevur út árbókina »Føroyskur Fótbóltur 2017«, sum lýsir lívliga fótbóltsárið 2017.

 

Í bókin verður við tekstum, myndum og hagtølum tikið saman um heimligu kappingarnar, altjóða dystir, landsliðsavrik og annað. Effodeildin verður gjøgnumgingin frá byrjan til enda.

 

Avrikini hjá øllum 10 liðunum í effodeildini verða greinað, og profilar og ungir spælarar á liðunum verða umrøddir.

 

Samandráttur er av 1. deild kvinnum, 1. deild monnum og steypakappingum hjá monnum og kvinnum.

 

Liðmyndir av øllum føroyameistarum og steypavinnarum – yngri sum eldri – eru í bókini.

 

Feløgini, manslandsliðið, kvinnulandsliðið og ungdómslandsliðini luttaka í nógvum altjóða dystum og kappingum, og tikið verður saman um hesi avrik. Eisini verða avrikini hjá fótbóltsútisetunum viðgjørd.

 

»Føroyskur Fótbóltur 2017« er snøgg árbók við nógvum upplýsandi greinum, góðum myndum og samanfatandi yvirlitum. Bókin er 192 síður til longdar og fæst til keyps kring landið.