Leygarkvøldið 1. mars verður føstudansur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Tað er Dansifelagið, Fótatraðk, sum skipar fyri, men tiltakið er alment.
Latið verður upp í Føroyahúsinum klokkan 18, tá ið lagt verður fyri við eini løtu við felagssangi við harmoniku og guitarspæli afturvið.
Á ið farið verður upp á gólv, verða tað annars skiparar úr Tøkum Lætt og limir í Fótatraðk, sum fara at skipa kvæði og vísur, men onnur eru eisini vælkomin at halda seg fram at skipa.
Á midnátt verða Jólini tald, men annars verður dansað so leingi hugurin er til staðar, siga tey í Fótatraðk.
|