Føroysku skótarnir fara av leguni í Suðurkorea

Veðurvánirnar boða frá melduródn í økinum, har altjóða skótalegan er í Suðurkorea. Í dag fara skótar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Noreg av leguni

 

Stóra altjóða skótalegan, Heimsjamboree, í Suðurkorea, sum skuldi enda leygardagin, endar kortini í morgin. Tað ger hon, tí at boðað er frá eini melduródn, sum kemur yvir økið, har skótalegan er. 

– Vit hava tað øll gott, og tað er eingin panikkur, sigur Fía Lindenskov, sum er ein av føroysku høvuðsleiðarunum á leguni.

Hon sigur, at tey vóru seinkað ein dag á leguna, tí at vatnflóð var, síðani hevur verið hitabylgja, og nú er tað vandin fyri eini melduródn, sum hevur avlýst alla leguna. 

Enn síggja tey tó einki til nakra melduródn. Tey hava fingið boð um, at øll skulu fara av økinum í morgin.

– Men vit, sum eru partur av danska ferðalagnum, saman við norska og íslendska ferðalagnum, fara av leguni í kvøld fyri at sleppa undan øllum rokinum, tá øll fara í senn, sigur Fía Lindenskov.

- Vit fara av leguøkinum klokkan 8 í kvøld, tað er klokkan 12 føroyska tíð.

Tað er ein melduródn, sum hevur verið yvir Japan, sum hevur ligið og hótt. Fyrireikararnir hava fylgt væl við, og nú halda tey, at vandin er so stórur, at legan verður avlýst.

Legan verður tí endað í góðari tíð. Hon skuldi ikki endað fyrr enn leygardagin, men í morgin fara øll av leguni.

 

##med2##

– Tað er ordiliga keðiligt, halda vit. Skótarnir hava júst fingið boðini, sigur hon.

– Vit merkja einki til nakað, og her er einki kaos. Vit pakka nú og fara við bussi til Seul, júst hvar vita vit ikki enn. Men vit vera har, til vit skulu heim sum ætlað, sigur Fía Lindenskov av leguøkinum í Suðurkorea.

53 skótar og leiðarar eru í føroyska ferðalagnum.