Í morgun var Norðurlandahúsið karmur um finaluna í SkúlaFM 2015.
Vinnarin gjørdist Faroe Wasabi, sum ein bólkur úr NámX stóð aftanfyri. Verkætlanin gongur út upp á at framleiða wasabi í Føroyum. Umstøðurnar í Føroyum eru sum skilst serliga góðar í Føroyum, og nógvir pengar eru at heinta á útlendska marknaðinum.
Annað plássið fór til Balizar Wave, sum ein bólkur úr Kommunuskúlanum stóð aftanfyri. Verkætlanin gongur út upp á at framleiða eina serliga boyu, sum kann gera okkurt við trupulleikan, at 300.000 hvalir doyggja um árið, tí teir vevjast inn í fiskireiðskap.
Triðja pláss vann Alispælið, sum er eitt hugskot hjá einum bólki úr skúlanum við Løkin. Verkætlanin gongur út upp á, at næmingar kunnu læra um alivinnu við einum telduspælið.
Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr mentamálaráðnum, Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av Navia, og Heini Mohr Hermansen úr Føroya Tele.