Føroyskt trompetspæl í serklassa

Ernst D. Remmel verður solistur á konsertferðini hjá danska orkestrinum “Amatør Symfonikerne”, sum fer at spæla konsertir í ávikavist Norðurlandahúsinum, í SALT og eina matiné konsertkonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík

Hetta er bert aðru ferð, at at ein Carl Nielsen symfoni verður spæld í Føroyum.  Fyrstu ferð var í 1960, tá “Danmarks Radio Symfoniorkester” vitjaði í Føroyum, og framførdi júst “Espansiva”.

 

– Ernst D. Remmel, ið lesur á “Det Jyske musikkonservatorium, er partur av nýggja føroyska ættarliðnum av ungum tónleikarum, og er eitt tað størsta føroyska tónleikatalentunum vit eiga, verður sagt í tíðindaskrivi frá Symfoniorkestrinum.

 

– Musikalitetur, arbeiðssemi og hansara natúrliga tilgongd til tónleikin er sum hjá fáum, og um eina viku verður høvi at hoyra hann framføra kendu trompet konsertina í Ab-dur eftir Alexander Arutiunian.

 

“Amatør Symfonikerne“ vitja í Føroyum í døgunum 18.-23. oktober, og ferðin er komin í lag í samstarv við  Føroya Symfoniorkestur.

 

Á skránni eru eisini ouverturan til operuna “Die Meistersinger von Nürnberg” eftir Richard Wagner og Carl Nielsen symfoni 3, tilnevnd “Espensiva”. Dirigentur verður Bernhardur Wilkinson.