Ein av teimum, sum nú er í uppskoti at fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár, er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen av Tvøroyri. Og er hon fyri at hava ment Matkovan, har tey, sum framleiða mat, kunnu bjóða seg fram, og so kunnu brúkarar fara at leita og vita um teir finna tað, tey vilja hava.
Norðurlandaráðið sigur, at ein av stóru trupulleikunum hjá matframleiðarum í Føroyum, er, at vit innflyta nógvan mat úr londum, sum eru so fjarskotin, at tey valla kundi ligið longur burturi. Og hetta er støðan, hóast, Føroyar eru ein stórur matkovi, sum útflytir matvørur til allan heimin.
Í eini roynd at varpa ljós á føroyska matframleiðslu, hevur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen ment heimasíðuna www.matkovin.fo. Samstundis er endamálið at stytta leiðina ímillum framleiðarar og viðskiftafólk. Á Matkovanum kunnu tey, sum framleiða alskyns matvørur, bjóða seg fram og her kunnu fólk so fara at leita. Tað er á matkovanum, at føroyingar hitta útróðrarmannin, bóndan og veiðimannin, sigur Norðurlandaráðið.
Á matkovanum eru eiini uppskriftir um alt ímillum himmal og jørð, heilt frá blóðkaku við ísi í kirsuberum, til hvítanýru við aioli. Og har eru eisini góð ráð um, hvussu tað slepst undan, at matur fer til spillis. Men heimasíðan verður alsamt ment so tað verður lagt afturat alla tíðina.
Og tað halda tey í Norðurlandaráðnum, er eitt so gott tiltak, at tey hava skotið Matkovan upp at fáa umhvørvisvirðislønina. Men Matkovin er í kapping við onnur tiltøk úr hinum norðurlondunum.











