– Hvussu langt er MMR komið við at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi?
Tað vil Óluvá Klettskarð, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi, hava at vita frá Rigmor Dam, mentamálaráðfrú á tingfundinum í morgin, tá munnligir fyrispurningar verða svaraðir.
Hon vísir á, at landsstýrið hevur gjørt av, at í 2018 verður málmenningin hjá okkara børnum sett í miðdepilin við endamálinum at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini.
– Hvussu ætlar landsstýriskvinnan, at føroyskt mál og samskiftistøknin verða partar av hesum, spyr hon.
Óluvá Klettskarð vísir eisini á, at undanfarna samgonga samtykti uppskot til samtyktar um føroyskt mál í samskiftistøknini, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.
– Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007 snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum, og málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað.
Í viðmerking til fyrispurnignin sigur Óluvá Húsgarð, at tað at menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjó́ðir kunnu vera við í. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður brukt at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál, og flest vanlig forrit eru í dag týdd til skandinavisk mál. Men her eru vit so dyggiliga eftirbátar.
– Hóast uppgávan kann tykjast krevjandi, so er hon alneyðug fyri okkum, skal mál okkara nørast og verða virkið á øllum økjum.
– Fartelefonin er týðandi frambrot á samskiftisøkinum, og alsamt fleiri og yngri børn eru telefonbrúkarar. Teldutøknin og alnótin hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá børnum, og stuttleikaídnaðurin við telduspølum, filmum og margmiðlaframleiðslum vendir sær til føroyingar á útlendskum máli burturav. Og hjá børnunum og teimum ungu styrkir enskt sína støðu fram um okkara móðurnál, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari, sigur hon.
– Børnini og tey ungu eru tey, ið leggja lunnar undir framtíðarmál og framtíðarmálbroytingar, sigur løgtingskvinnan.