Um einar tvær vikur hava vit eitt føroyskt fátækramark.
Tað vónar Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum.
Hann hevur verið skrivari í einum arbeiðsbólki, sum fekk til uppgávu at áseta eitt føroyskt fátækramark.
Arbeiðið er nógv seinkað, tí eftir ætlan skuldi tað vera liðugt fyri næstan einum ári síðani.
Men at arbeiðið er seinkað er kanska eisini ein avleiðing av, at tað er ein torfør uppgáva at áseta eitt fátækramark.
Av tí at tey nú eru í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið, er tað lítið og einki, hann fær sagt um, hvussu eitt føroyskt fátækramark verður ásett.
Men hann staðfestir, at tað er ein torgreidd uppgáva.
- Fátækramark er er ein spurningur, sum verður nógv umrøddur í øðrum londum, men tað eru ikki nógv lond, sum hava eitt slíkt alment mark, sigur hann.
Tá ið fátækramark í Føroyum hevur verið umrøtt, hevur tað verður ført fram, at tað eru ymisk grundsjónarmið, eitt fátækramark skal byggja á.
Skal tað byggja á hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg? Skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt rímiligt og virðiligt lív og skulu børnini hava rætt til telduspøl og húski rætt til uttanlandsferðir o.s.fr.
- Og er eitt húski á bygd við lágari inntøku og bíligum húsum, fátækari enn eitt húski í høvuðstaðnum við eini góðari inntøku og einum risa húsaláni?
Alt hetta og mangt annað eru viðurskifti, vit hava kjakast um í arbeiðsbólkinum, sigur Heri Joensen.
Hann sigur, at tað er ómetaliga stórur munur á ymsum húskum og tað eru neyvan nøkur húski, sum passa akkurát inn í eitt skema, sigur Heri Petersen.
Hann sigur, at av tí, at arbeiðið er torgreidd og umfatandi, dugir hann heldur ikki at siga um tað eydnast bólkinum at semjast um ein máta at áseta eitt føroyskt fátækramark eftir.
|