Føroyskt brennivín til grønlendingar

Eldvatn og Lívsins Vatn verða í heyst at fáa í handlum í Grønlandi

 

Føroyska fyritøkan Dism, sum framleiðir fýra sløg av brennivíni, boðar í dag frá, at tey hava fingið fyrsta ordran úr Grønlandi.

Tað er Keypsamtøkan í Grønlandi, sum hevur umbiðið Eldvatn og Lívsins Vatn, og í september mánaði verða hesi bæði føroysku brennivínssløgini at fáast í Brugsuni kring Grønland.

Dism framleiðir eisini sløgini Havið og Baraldur.