Føroyskir soldátar á Tjóðpallinum

Kunnu vit siga, at “Denne krig gælder ikke for Færøerne”, tá vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum hevur verið í kríggi seinastu 20 árini? Ella tá ein føroyingur kann fara á eina danska kasernu og gerast soldátur í danska herinum?

Og hvussu upplivist tað sum menniskja at vera í kríggi og koma heim til eitt land, sum ongantíð hevur verið í kríggi?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera reistir í sjónleikinum Jørðin er eitrað, sum í næstum verður á Tjóðpallinum. 

Leikurin lýsir kríggj gjøgnum føroyskar krígssupplivingar í Afganistan - innanifrá gjøgnum samrøður við veteranar, teirra avvarandi, journalistiskt og vísindaligt tilfar. Upprunaliga íblásturin til leikin kemur frá eini ritgerð, sum Georg L. Petersen hevur skrivað um evnið.

Spurningurin um rættindini hjá føroyskum krígsveteranum hevur verið nógv umrøddur í fjølmiðlunum seinastu vikurnar og er reistur bæði á Fólkatingi og í Løgtinginum. Leikurin varpar sostatt ljósá eitt sera aktuelt evni og ein ósjónligan bólk av føroyskum krígsveteranum og teirra avvarandi.

Marita S. Dalsgaard og Turpin N. Djurhuus hava listaligu leiðsluna, meðan Beinta Clothier og Hjálmar Dam eru sjónleikarar. Tónleikinum standa navnframu Joachim Holbek og Teitur Lassen fyri.

Leikurin hevur frumsýning á Tjóðpallinum 15. mars.