Í eykablaðnum Mentan í Vikuskiftisblaðnum er prát við Jenny C. Petersen, leikhússtjóra á Tjóðpallinum, og Eyðun Johannessen, sum seinastu vikurnar hevur leikstjórnað Kravravnum til sera góð ummæli.
Eyðun er eisini væl nøgdur við avrikini hjá leikarunum.
- Eg taki hattin av fyri leikarunum. Mátin, sum hesi fólkini brúka málið uppá, er sum reinur tónleikur. Tey eru sum akrobatar, sum tveita seg runt í málinum við temposkiftum og málsligum fraseringum. Summi halda, at føroyska málið er stirvið, men tað prógva Kristina, Hans og Hjálmar, at tað er tað yvirhøvur ikki.
Eyðun staðfestir í greinini í Mentan, at føroyskir leikarar eru meira sansaligir enn teir donsku, sum hann hevur arbeitt saman við.
- Teir hava betri tilgongd til kenslulívið, og eg kann fáa teir longur út í tovverkið, enn eg nakrantíð havi fingið nakran danskara.
- Í nógvum leikum skulu leikarar inn á okkurt frivolt, okkurt fúlt. Tá skalt tú ígjøgnum nakrar barrierur av blúni, og føroyingarnir hava lættari við at bróta tey mørkini. Tað hevur kanska okkurt við størri barnsligheit at gera, at vit tora at spæla.
Bæði Jenny C. Petersen og Eyðun Johannessen halda Tjóðpallurin er klárur at flyta inn í Tjóðleikhúsið.
- Sjálvandi skal ein størri játtan til, men hyggja vit at menniskjaliga tilfeinginum, so hava vit í dag útbúgvin fólk innan seyming, ljóðtøkni, ljóstøkni, dramaturgi, sniðgeving, scenografi umframt útbúnar sjónleikarar, staðfestir Jenny C. Petersen, leikhússtjóri.
Hon merkir eisini eina týðiliga hugburðsbroyting millum fólk. Nú verður ikki longur flent í krókunum, tá tosað verður um Tjóðleikhúsið. Fólk hava sæð virðið í yrkisleiklistini, tey hava sæð, at hon riggar í Føroyum, og tey eru eisini farin at trúgva upp á, at leikhúsið verður veruleiki.
Leikurin, Kravravnar, verður sýndur alla komandi viku afturat.
Lesið samrøðuna við Jenny C. Petersen og Eyðun Johannessen í eykablaðnum Mentan í Vikuskiftissosialinum.