Føroysk mynd í Vogue

Fyri nøkrum døgum síðani var ein av myndum hennara víst fram á heimasíðuni hjá Italska Vogue. Hon greiðir frá at hon, saman við øðrum vónríkum myndafólki, legði eina mynd á eina fotosíðu hjá Vogue, og at tey so høvdu útvalt hennara mynd at sýna fram.

 

27 ára gamla Beinta á Torkilsheyggi av Nesi, hevur lisið Fashion Photography á University of the Arts í London, og varð útlærd í fjørsummar.

 

Fyri nøkrum døgum síðani var ein av myndum hennara víst fram á heimasíðuni hjá Italska Vogue. Hon greiðir frá at hon, saman við øðrum vónríkum myndafólki, legði eina mynd á eina fotosíðu hjá Vogue, og at tey so høvdu útvalt hennara mynd at sýna fram.

 

Áhugin fyri myndatøku byrjaði longu tá Beinta var smágenta, og slapp at spæla við eitt gamalt 35mm Olympus myndatól hjá ommu síni í Syðrugøtu.

 

- Annars byrðaði tað av álvara, tá eg fekk blakað eitt turist kamera í hendurnar, á eini familjuferð í París. Í familjuni flenna tey enn eftir at ongar myndir eru av mær frá túrinum, tí eg vildi taka allar sjálv, sigur hon.

 

Beinta á Torkilsheyggi hevur búð í London í fýra ár, og er í hesum tíðarskeiðnum komin í samband við fólk og fjølmiðlar. Í London hevur hon eitt toymi av makeup artistum, og stílráðgevum, sum hon arbeiðir saman við, tá hon hevur ymiskar uppgávur. Seinastu tíðina hevur hon arbeitt nógv fyri blaðið "Oh Comely" sum hevur sæti í London og verður givið út um allan heimin. Fyri nøkrum vikum síðani bleiv verkætlan hennara, sum var myndarøð av eldri kvinnum, eisini prentað í danska blaðnum Oak the Nordic Journal.

 

Beinta sigur at hon elskar at taka myndir, og ynskir at halda á við skapandi lívinum, og taka enn meiri myndir í framtíðini. Hon er júst flutt heim aftur, og arbeiðir nú í Føroyum og uttanlanda.

 

Aðrar myndir hjá Beintu kunnu síggjast á heimasíðu hennara her