European Youth Chess Championship fer av bakkastokki í dag, og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen umboðar Føroyar í U18 bólkinum. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya í dag.
European Youth Championship verður hildið í Batumi í Georgia í døgunum frá 18. oktobur til 29. oktobur. Fyrsta umfarið byrjar í dag umleið á miðdegi føroyska tíð. Síðani verður eitt umfar telva um dagin undantikið leygardagin 25. oktobur, sum er frídagur hjá telvarunum. Seinasta talvið verður telvað týsdagin 28. oktobur.
Høgni Egilstoft Nielsen skal í dag telva við svørtum móti Jon Machlik úr Noregi, ið hevur eitt styrkistal á 1918.
Høgni Egilstoft Nielsen er styrkismettur sum nummar 25, um hugt verður at styrkistølunum hjá luttakarunum í kappingini.
- Vónirnar eru góðar og Høgni er væl fyri, men fleiri sterkir telvarar eru við. So fyrsta mál er at hækka styrkistalið, og so taka vit bara alt annað við eisini, sigur Finnbjørn Vang, ferðaleiðari.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur havt eitt avbera gott ár, hvat talvi viðvíkur. Á páskum gjørdist hann yngsti føroyameistari nakrantíð, og í august umboðaði hann Føroyar á talv-OL í Tromsø. Í fjør var hann á føroyska liðnum, sum vann Small Nations Cup í Monaco.
Styrkistalið hjá honum ber eisini brá av, at framgongdin hevur verið stór. Í oktobur í 2012 var styrkistalið 2064, meðan tað í dag er 2273.
Talvsamband Føroya skriva, at um hann vinnur sær 27 stig afturat, tvs at styrkistalið nær 2300, kann hann kalla se FIDE-master.
- Sjálvsagt verður miðað hægri, men tað er eitt av málunum við kappingini, skrivar Talvsamband Føroya.
Finnbjørn Vang, ið er nývaldur varaforseti í Evropeisku talvsamgonguni, skal eisini á aðalfund hjá samgonguni, meðan kappingin er.