Føroysk listafólk fáa danska virðisløn

Tvey føroysk listafólk hava fingið danskan talentprís à 100.000 krónur

Tá ið Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsen Legat lat virðislønir í ár, vóru tvey føroysk listafólk millum tey, ið fingu virðisløn.

 

Listaportal skrivar, at listamaðurin Jóhan Martin Christiansen og songkvinnan Anna Katrin Egilstrøð fingu hvør sína talentvirðisløn à 100.000 krónur.

 

Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsen Legat letur virðislønir á føðingardegnum hjá Carl Nielsen, sum er eitt kendastu norðurlendsku tónaskøldunum. Føðingardagurin er 9. juni, og tí eru ársins virðislønir júst latnar – tær vóru 24 í tali og vórðu latnar listafólki undir 35 ár.

 

Jóhan Martin Christiansen er listamaður, sum arbeiðir við eitt nú málningum, installatiónum og gipsstoyping.

 

Anna Katrin Egilstrøð er tónaskald og songkvinna. Hon hevur eitt nú sungið í bólkinum Valravn og hevur skrivað modernaðan kompostiónstónleik.

 

##med2##