- Vit kunnu bara hyggja eftir styrkikappingum og í venjingarhølini og staðfesta, at mangur maður er óskiljandi stórur, sigur Jan Johannesen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni.
Fleiri lívshættislig rúsevni eru komin til Føroyar seinastu tíðina, og tað sær út til, at áhugin er vaksandi. Samstundis finnur løgreglan alsamt fleiri ólóglig dopingarevni, men tað kemur ikki óvart á leiðaran á narkodeildini. Hann vísur á, at innan styrkikappingar og í venjingarhølunum í landinum er eingin ivi um, at okkurt er áfatt.
Les meira um rúsevnir og dopingarevni í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Blaðið kemur í handlarnar í kvøld og í morgin.