Føroysk ítróttarfólk senda samkensluskriv til Ukraina

Tey eru skelkað av álopinum á Ukraina

Sofus Debes Johannesen er formaður í Judo Føroyum

Tey, sum íðka judo í Føroyum hava nú sent judosambandinum í Ukraina samkensluskriv. Judo Føroyar skriva, at tey eru skelkað og óttafull av russisku innrásini í Ukraina. At gera innrás í eitt demokratiskk land, er ikki bara at bróta altjóða lóg, tí tað er eitt álop á okkum øll, siga tey í Judo Føroyum.

 

Vit í Judo Føroyum vísa okkara fulla stuðul til jodo-íðkararnar í Ukraina og alt fólki í Ukraina. Tað eru so nógvir mátar, vit kundu hugsað okkum at hjálpt tykkum við, men sum eitt judofelag hava vit avmarkaðar møguleikar fyri tí. Kortini heita vit á allar okkara limir um at um at hjálpa Ukraina og ukrainska fólkinum ígjøgnum altjóða felagsskapir, ella sum tað passar best, sigur Judo Føroyar í eini yvirlýsing nú seinnapartin.

 

Sofus Debes Johannesen er formaður í Judo Føroyum