Føroyingur noktar seg sekan í grovum ráni

Hann brúkti sína egnu kontu, tá ið hann tvingaði ein danskan ríkmann at flyta honum 2,5 milliónir krónur

Føroyingurin, sum er varðhaldsfongslaður í Danmark fyri eitt grovt rán, noktar er sekan.

Tað skriva Ekstrblaðið og BT nú seinnapartin.

 

Tað var sunnukvøldið, at ein maður breyt seg inn á eini ríkmannahjún í Vedbæk og tvingaðu tey við skammbyrsu, ella onkrum í líktust eini skammbyrsu, til at flyta sær 2,5 milliónir krónur á eina kontu í einum banka.

 

Les eisini: Føroyingur tikin fyri óvanliga grovt rán

 

Nakrar fáar tímar seinni varð maðurin handtikin heima hjá sær sjálvum.

Hann varð førdur fyri rættin, har hann greiddi frá, at hann hevur tað ikki gott, men líður av angist.

 

Hinvegin noktar hann seg sekan í ráninum, men lýsingin, tey rændu hjúnini hava givið løgregluna av ránsmanninum, passar til hansara.

 

Men tey bæði donsku bløðini skriva, at tað, sum serliga styrkir illgrunan hjá løgregluni um, at tað tey hava handtikið rætta mannin, er, at hann uppgav sít egna kontunummar, tá ið hann tvingaði hjúnini at flyta pengarnar.

 

Hann hevði eitt bræv við sær, við eini leiðbeining til ríkmannin um, hvussu farast skuldi fram, tá ið pengarnir skuldu flytast, og hvagar teir skuldu flytast.

 

Brævið líktist onkrum slagi av einum sáttmála, sum ríkmaðurin skuldi flyta pengarnar eftir.

 

Tá ið løgreglan kannaði kontonummari, sóu tey, hvør átti kontuna og sostatt var lætt at handtaka mannin og tá vórðu pengarnir ikki komnir á kontuna.

 

Løgreglan hevur eisini staðfest, at hann var í Vedbæk, og har um leiðir, tá ið hjúnini vórðu rænd.

Løgreglan útihýsir ikki, at fleiri vóru um ránið og tað verður nú kannað.