Tað er nú greitt, at Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, nú verður við í vísindaliga arbeiðnum at greina jarðfrøðina á gongustjørnini, Mars. Sostatt verður hann nú ein partur av altjóða liðnum av vísindafólkum hjá NASA sum eitur Mars 2020 Science Team.
Sum liður arbeiðnum við dátunum frá mars-akfarinum, Perseverance, sum koyrur á Mars, hevur vísindatoymið hjá NASA sostatt fingið ein føroyskan lim. Jarðfeingi sigur í einum tíðindaskrivi, at tá ið jarðfrøðingurin, Hans R. Amundsen, sum er við í Arctic Mars Analog Science Expedition, AMASE, leitaði eftir einum plássi at royna tól, ið kundu nýtast til at seta á Perseverance, fall valið á Føroyar, tí jarðfrøðin her var mett at líkjast jarðfrøðini á Mars.
Í hesum sambandi var Uni við sum serfrøðingur í føroysku jarðfrøðini og har ein partur av arbeiðnum var at stilla tólini tólini, sum í løtuni verða nýtt til at lýsa jarðfrøðina á Mars.
Tá ið Perseverance lendi á Mars, vísti tað seg, at jarðfrøðin har var so meinlík føroyskari jarðfrøði, at Uni Árting varð biðin um at vera við í arbeiðnum at greina upplýsingarnar sum akfarið sendur niður av Mars.
Uni Árting sigur, at enn er hetta nýtt, men hann hevur altíð havt áhuga fyri jarðfrøði, sólskipanini og gongustjørnunum, og tí er tað heilt víst ein dreymur at arbeiða ítøkiliga við rúmdargransking.
– Mín partur av hesi gransking er at nýta tað vitan, eg havi ognað mær um føroyska jarðfrøði, síðani eg byrjaði at arbeiða á Jarðfeingi í 2004, sigur hann.
Niels Christian, stjóri á Jarðfeingi, fegnast um, at gransking í føroyskari jarðfrøði letur hurðina upp fyri samstarvi bæði yvir um hav og heilt upp á okkara nærmastu gongustjørnu.
– Tað er ein staðfesting av, at føroysk servitan um jarðfrøði og arbeiðið, sum dagliga fer fram á Jarðfeingi, er fult á støði við aðrar líknandi stovnar kring heimin, sigur hann.